JN

Avlopsskattur og broyting av kontonummari

...

2015-02-12 03:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

??ll, sum sambært Framskundaðu Skattauppgerðini fyri 2014, hava goldið ov nógvan skatt, fáa avlopsskattin fluttan á kontu mánakvøldið23. mars 2015.


Framskundaða Skattauppgerðin 2014 og Sjálvuppgávan 2014 verða bornar út frá fríggjadegnum 6. mars 2015.

Tó hava tey, ið eru tilmeldaði MínBoks, longu móttikið sína Skattauppgerð ella Sjálvuppgávu fyrr í vikuni.

Kontunummarið, har avlopsskatturin verður fluttur á, stendur á Framskundaðu Skattauppgerðini.

Tey, ið ynskja at broyta kontunummarið, skulu skrivliga boða TAKS fráí seinasta lagi 16. mars 2015.

Fráboðanin um at broyta kontunummar, kann sendast TAKS sum teldupostur ella sum vanligur postur.

Fráboðan um kontunummar í samband við SjálvuppgávuTey, sum ikki fáa Framskundaða Skattauppgerð, skulu lata Sjálvuppgávu inn. Um ein skal lata Sjálvuppgávu inn og ynskir at broyta kontunummarið til avlopsskatt, skal skrivliga boðast frá hjá TAKSí seinasta lagi 16. mars 2015.

So hvørt sum TAKS ger Sjálvuppgávurnar upp, verða Skattauppgerðir sendar út og møguligur avlopsskattur fluttur á kontu.

Eftir 23. mars 2015 er avlopsskattur á kontu síðsta arbeiðsdag í triðju viku í hvørjum mánaði.




TAKS
11. februar 2015

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder