2017-05-29 14:41
KVF - (Bjarni Mohr)
Uppskotið um fiskivinnunýskipan hjá samgonguni fær vanlukkuligar avleiðingar, ikki minst ætlanin um at fara aftur til kvotuskipan, sigur skipari
Mynd: Savnsmynd
Tak niður
Tað sigur Johan Eli Poulsen, skipari á trolaranum Stelki, sum roynir undir Føroyum.
Hann var ein av røðarunum á tiltakinum í Klubbagarðinum í Havn fyrrapartin, sum Fiskimannafelagið og Skipara- og navigatørfelagið skipa fyri í felag í dag, í sambandi við at løgtingið viðger uppskotið um fiskivinnunýskipan.
Johan Eli Poulsen sigur, at nógvir tættir í uppskotinum fáa stórar avleiðingar fyri vinnuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald