Politikkur

Avgerðin má takast nú

...

2014-03-21 21:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í skrivi, dagfest 20. mars 2014, rør Kommunufelagið upp undir, at tað framhaldandi manglar ein grundleggjandi innihaldslig og fíggjarlig útgreining av eldraøkinum í sambandi við at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita.

Hetta er ikki heilt rætt. Innihaldsliga útgreiningararbeiðið er gjørt, og tað er púra greitt í lógaruppskotinum, at tað eru tænasturnar, sum vit kenna tær í dag, sum verða lagdar til kommunurnar at umsita, tvs. eldrarøktin og samskipaða heimatænastan, skipanin við ansingarsamsýning og umsorgararbeiðið.

Nú er stundin komin at taka avgerð grundað á tær greiningar og álit, sum longu eru gjørd!

Greiða niðurstøðan í øllum hesum álitum er, at støða má takast til, hvørt eldraøkið skal liggja hjá landinum ella kommununum. Tað er hetta, sum Løgtingið skal taka støðu til í komandi viku.

Hetta er ein av størstu umskipanum í almenna geiranum í nýggjari tíð. Tá lógaruppskotini vónandi eru samtykt, liggur nógv og krevjandi arbeiði fyri framman, bæði hjá landinum og ikki minst hjá kommununum. Nú má avgerð takast, so arbeiðast kann í eini áhaldandi felags tilgongd, til komið er á mál.

Fimm arbeiðsbólkar, mannaðir við umboðum frá kommununum og landinum, eru farnir í gongd við sjálva útleggingaruppgávuna og harundir markamótsarbeiðið. Hetta arbeiðið verður liðugt, áðrenn kommunurnar yvirtaka málsøkið 1. januar 2015. Kring landið eru kommunurnar longu farnar í gongd at fyrireika seg til at taka ímóti uppgávunum. Hetta skulu kommunurnar hava rós fyri.

At kommunurnar óttast, nú tær skulu yvirtaka hetta stóra málsøkið, skilji eg væl. Men mín inniliga áheitan skal vera, at vit halda fast í tað góða samskiftið og samstarvið, sum hevur verið kring hetta arbeiðið. Vit loysa best útleggingaruppgávuna og avbjóðingarnar í tøttum samstarvi.

Annika Olsen

landsstýriskvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder