Politikkur

Avgerðin er tykkara

...

2016-02-22 15:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løn og ábyrgd skulu fylgjast, trivnaður á arbeiðsplássum skal í hásæti, og Starvsmannafelagið skal brúka sína ávirkan í samfelagnum. Tit eiga avgerðina og atkvøðuna ??? eg havi royndirnar.


Starvsmannafelagið er breitt samansett og er tí eitt sterkt fakfelag, ið fevnir víða. Við seinastu samráðingum megnaðu vit at fáa lønarhækking til allar limir og lyft summar limir upp í hægri lønarbólk ??? og hesum skulu vit halda fram við. Men vit skulu stríðast hvønn dag, árið runt.

Royndir og vitan eiga at geva viðbót
Nógvir limir hava verið leingi í sama starvi og eru tí komin á endaløn og hava verið har leingi. Hesi starvsfólk sita við rættuliga nógvum royndum, nógvari vitan og eru serstakliga dugnalig til títt arbeiði, men eftir 7 ár í starvið, steðgar lønaraldurin og har stendur tú.

Vit høvdu, sum krav til seinastu sáttmálasamráðingar at broyta hetta, so starvsfólk, ið eru á endastigið og hava verið har leingi, skuldu fáa eina kompensasjón fyri tað, men tað var ikki semja um tað, tíverri.
Hetta er absolutt eitt av teimum málunum, eg fari at arbeiða víðari við.

Trivnaður og strongd
Ein fortreyt fyri einum góðum og meiningsfullum arbeiði er trivnaðurin. Trivnaðarkanning og kanning av strongd eru gjørdar. ??rslitini vóru í fleiri førum ræðandi og tí er tað at fegnast um, at Arbeiðseftirlitið uppraðfestir arbeiðsorkuna, við at seta fleiri skikkaði starvsfólk í starv.
Hesi bæði álvarsmálini, trivnaður og strongd, hava eisini verið tvey av mínum hjartamálum. Eg fari at halda áfram við hesum arbeiðinum og gera mítt til, at trivnaðurin verður settur í hásæti á øllum stovnum og fyritøkum og at tað framvegis verður arbeitt við, at betra um arbeiðsviðurskiftini hjá limum felagsins.

Almennu partafeløgini
Almennu partafeløgini, har fleiri av limum felagsins arbeiða, eru ikki fevnd av almennu innlitislógini og fyrisitingarlógini. Tað merkir, at starvsfólkini ikki eru starvssett á jøvnum føti við onnur á almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini merkir tað, at ikki ber til at fylgja við í hvussu feløgini arbeiða. Tað er púra burturvið, at feløg, sum tað almenna eigur, kunnu vera ein statur í statinum og tí mugu vit broyta lógina, so starvfólk verða javnsett og feløgini koma undir fyrisitingar- og innlitslógina. Arbeiðsgevarin og sáttmálaparturin er hin sami óansæð og tí eiga rættindi og skyldu eisini at vera tey somu.

Við mær fáa tit ein formann, ið hevur praktisku royndirnar við fakfelagsarbeiði. Eg bjóði meg fram at stríðast fyri tykkum.

Tit eiga avgerðina og atkvøðuna ??? eg havi royndirnar.

Súni Selfoss, formansvalevnið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder