Avgerð hjá Aganevndini hjá HSF í sambandi við kæru frá VÍF, eftir at mótmæli var lagt í hálvleikinum í dysti A171 í fremstu mansdeildini millum Neistan og VÍF, sunnudagin 26. mars í Høllini á Hálsi. Kæran er send HSF mánadagin 27. mars kl. 14.38 og sostatt innan tíðarfreistina á 24 tímar eftir dystarlok. Kærugjaldið er somuleiðis goldið.
Kæran hjá VÍF
VÍF vísir á, at tá seinni hálvleikur í dystinum skuldi byrja, finnur dómaraborðið útav, at har er eitt mál minni á talvuni, í mun til tað sum stendur skrivað á dómaraseðlinum. Støðan á talvuni verður broytt frá 14-11 til 15-11 til Neistan. Venjarin hjá VÍF hevur eftirfylgjandi hugt eftir bæði privatum upptøkum og upptøkum hjá Kringvarpi Føroya og viðmerkir hann, at tá dómaraborðið setur mál nr. 12 á dómaraseðilin er hetta ein feilur. Leikari nr. 9 hjá Neistanum fær ikki mál ??? málmaðurin bjargar ??? og har uppstendur feilurin. VÍF vísir á, at á upptøkunum sæst, at skrivarin noterar eitthvørt, tá leikari nr. 9 hjá Neistanum brennir og metir VÍF, at her allarhelst verður skrivað mál á dómaraseðilin. VÍF krevur í fyrsta lagi, at HSF tekur skrivaða málið av aftur og setur úrslitið at vera 24-25 til VÍF, ella í øðrum lagi ásetur nýggjan dyst millum feløgini.
-----------
Viðmerkingar hjá dómarunum
Dómararnir í dystinum hava havt kæruna til viðmerkingar og greiða frá, at tá hálvleikur er í dystinum, so verða teir av dómarborðinum ??? skrivara og tíðtakara ??? gjørdir varðugir við, at Neistin á máltalvuni stendur til at hava 14 mál, meðan niðurskrivingin á dómaraseðilin vísir Neistan til at hava fingið 15 mál. Dómararnir tosa síðani við skrivara og tíðtakara um hetta. Í hálvleikinum royndi tíðtakarin at fara upp til ein kameramann í høllini at hyggja at dystinum, men fingu tey ikki greiðu á hesum.
Dómararnir greiða frá, at teir sum dómarar ikki skriva málini niður, men fylgja við á máltalvuni, at alt fer greitt fram. Tá skrivari í hesum føri helt fast við sítt ??? um at Neistin hevði fingið 15 mál - so valdu teir at fylgja hesum og broyttu máltalvuna at vísa 15 mál til Neistan í byrjanini av 2. hálvleiki, greiða teir frá. Teir vísa á, at teir ikki mettu seg hava møguleika til at broyta niðurskrivingina av málum frá skrivara og litu á, at tað var rætt.
Samstundis varð tosað við VÍF venjaran ??? Inga Olsen ??? um at hann beinanvegin leggur ???protest???, soleiðis at greiða kundi fáast á hesum seinni, um støðutakanin ikki var røtt. Hetta var gjørt. ---------- Viðmerkingar hjá Neistanum Neistin visir á, at talan er um óhepna støðu og at talan tykist vera um menniskjansligt mistak, sum er hent undir dystinum. Neistin sær tó ikki, hvussu hetta sambært teimum ásetingum, sum eru galdandi í Føroyum kann broytast við skrivaraborðsúrskurði. Serliga, tí talan er um dómarameting, har dómararnir velja at bríksla seinna hálvleik ígongd, heldur enn at bíða teir minuttirnar, sum høvdu verið neyðugir til at greitt ivamálið.
Neistin vísir á, at sambært føroysku kappingarreglunum kunnu sjónbandaupptøkur einans nýtast, tá talan er um harðskapsmál. Tað verður eisini staðfest í reglunum, at slíkar upptøkur aldrin kunnu hava fylgjur fyri dystarúrslit. Sambært altjóða hondbóltsreglunum, grein 17:8, sum eisini eru galdandi í Føroyum, eru tað dómararnir, sum hava ábyrgd av at halda skil á støðuni í dystinum. Tí kann tað illa tulkast sum ein roynd at fráskriva sær ábyrgdina fyri eitt mistak, tá dómararnir í síni frágreiðing skriva, at teir ???ikki skriva málini niður, men fylgja við á máltalvuni, at alt fer rætt fram???.
Neistin viðmerkir víðari, at VÍF í fyrsta lagi krevur, at teir verða dømdir at vinna dystin 25-24. Neistin vísir á, at tað ikki ber til at broyta úrslitið av einum dysti, eftir at hesin er spældur. Reglurnar fyri bæði dómsnevndir og ítróttadómstól staðfesta, at tað ikki er loyvt at broyta dómarans meting undir kapping. Ítróttarliga ber heldur ikki til at staðfesta, hvør endastøðan av dystinum hevði verið, um munurin í hálvleikinum var eitt mál meira ella minni.
----------
Agnevndin ynskti hereftir, at Neistin tók støðu til konkreta uppáhaldið hjá VÍF um, at Neistin hevði fingið tilskrivað eitt mál meira í dystinum, enn liðið reint faktskt skoraði? Neistin hevði tó ikki fleiri viðmerkingar enn, at talan var um eitt menniskjansligt mistak.
Viðmerkingar frá tíðtakara og skrivara. Tíðtakari og skrivari hava somuleiðis havt kæruna til viðmerkingar.
Dómaraborðið greiðir frá, at tá uml. 26 min. vóru farnir av fyrra hálvleiki, gjørdi skrivarin vart við, at støðan á talvuni og á dómaraseðlinum ikki samsvaraði. Tað bleiv talt eftir, um skrivari hevði gloymt eitt tal ávegis uppeftir, men vísti tað seg, at tað gjørdi tað ikki.
Tá hálvleikur er í dystinum, gjørdu tær dómarnar beinanvegin varðugar við støðuna. Tíðtakari valdi at spyrja seg fyri hjá áskoðarunum og hjá manninum, sum tók dystin upp. Áskoðarnir dugdu ikki at siga, at eitt mál manglaði á talvuni. Tíðtakari og upptøkumaðurin ???spolaðu??? dystin skjótt ígjøgnum frá 24´inda minutti. Tað sýntist ikki at vera nakar ivi á upptøkunum, og skrivari hevði rætt í síni søk. Tað skal tó viðmerkjast, at ???spolingin??? gekk skjótt fyri seg, og sostatt ikki var nóg neyv, tí Ingi Olsen hevur alment víst á, at upptøkurnar vísa, at eitt mál er skrivað ov nógv. Tað varð prátað aftur og fram um, hvat skuldi gerast, og valdu dómarnir at fylgja skrivaranum, hetta tí, at dómaraseðilin er tað, sum er galdandi til dystir. Skrivari og tíðtakari siga seg harmast um støðuna og vildu ynskt, at hetta aldrin var hent.
----------
Málið var síðani sent aftur til hoyringar hjá VÍF við viðmerkingunum hjá dómarunum og Neistanum.
Seinnu viðmerkingar hjá VÍF VÍF vísir á, at tað sum er eitt sindur serligt við hesi klagu er, at feløgini eru samd í nærum øllum. Serliga, at talan er um eitt menniskjansligt mistak og at eitt mál er komið til Neistan av órøttum.
VÍF viðmerkir víðari, at dómararnir føra fram, at tá hálvleikur er í dystinum, verða teir gjørdir varugir við, at tað ikki er samsvar millum tað, sum skrivarin hevur skrivað og tað sum stendur á máltalvuni. Dómarnir hava gjøgnum allan fyrra hálvleik góðtikið tað, sum stendur á máltalvuni og ikki tað sum stendur á dómaraseðlinum. Tí eigur at vera hildið fast í, at tað sum stóð á máltalvuni, 14-11, var rætta úrslitið av fyrra hálvleiki.
Neistin førir m.a. fram, at ikki ber til at broyta dómarans meting undir kapping. Í hesum máli er ikki talan um at broyta dómarans meting. Dómarnir siga ongantíð, at 15-11 er rætta úrslitið av fyrra hálvleiki. Teir heittu á okkum um at spæla víðari við støðuni 15-11, og at vit samstundis skuldu leggja niður protest móti hesum, so greiða kundi fáast á, hvar feilurin var eftir at dysturin varð liðugt spældur.
Víðari sigur Neistin, at ítróttarliga ber ikki til at staðfesta hvør endastøðan av dystinum hevði verið, um munurin í hálvleikinum var eitt mál meira ella minni. Tað er ongin ivi um, at neistaleikarar og venjari vistu fullvæl av, at tað var sera ivasamt um teir áttu 15. málið og at protest var løgd móti hesum, áðrenn seinni hálvleikur byrjaði. Eisini kann nevnast, at ein hjálpari á neistabeinkinum hevði noterað málini, sum Neistin fekk í fyrra hálvleiki og henda skráseting vísti 14 mál til Neistan og ikki 15.
---------
Aganevndin ynskti hereftir, at fáa greiðari at vita frá dómarunum, hvat teir mettu rætta úrslitið av dystinum átti at vera, og um teir mettu at Neistin hevði fingið góðskrivað eitt mál.
Seinnu viðmerkingar frá dómarunum
Dómararnir viðmerkja, at sum fyriskrivað so fylgja teir við málskjótingini og hvat víst verður á máltalvuni ígjøgnum allan dystin. Dómararnir vísa á, at um teir høvdu verið ósamdir um tølini á máltalvuni, so høvdu teir steðgað tíðini og fingið rættlag á.
Dómararnir boða frá, at teir bert sóu 14 mál til Neistan í fyrra hálvleiki. Men í hálvleikinum ger dómaraborðið ??? sera sannførandi, teir varugar við, at tað átti at verða 15 mál til Neistan. Dómararnir mettu ikki, at teir høvdu møguleika til at mótprógva hesum ??? og ikki sørt ørkymlaðir ??? valdu at fylgja niðurskrivingina av málum á dómaraseðlinum, sum vísti 15 mál til Neistan.
VÍF ynski um at taka kæruna aftur
Leygardagin, 1. april kl. 22.10, sendir VÍF teldupost til HSF við ynski um at taka umtalaðu kæru aftur. Soleiðis sum kappingin nú fyrilá, eftir at VÍF hevði vunnið dyst móti KÍF saman dag, hevði VÍF einki at vinna við kæruni og ynsktu tí at trekkja kæruna aftur.
----------
Neistin fekk hereftir viðmerkingarnar hjá dómarunum og ynski um afturtøka hjá VÍF til viðmerkingar.
Seinnu viðmerkingar Neistans
Neistin hevði ikki viðmerkingar til ynski hjá VÍF um at taka kæruna aftur. Í samband við útdýpandi viðmerkingarnar frá dómarunum undirstrikar Neistin, at tað eru dómararnir, sum hava alla ábyrgd og allan avgerðarrætt viðvíkjandi máltalvuni. Enntá kann A-dómarin av sínum eintingum krevja broyting framda á máltalvuni, um hann hevur hug til tess. Saknaðu dómararnir prógv, ella vóru teir ???ørkymlaðir??? av støðuni, sum tikið verður til í frágreiðingini, kundu teir valt at bíða nakrar minuttir við at bríksla seinna hálvleik ígongd, so greiða kundi verið fingin á ivamálinum.
Aganevndin
VÍF hevur kært málið eftir forskriftunum í grein 5.17 í kappingarreglunum. Víst verður á, at endaliga úrslitið av dystinum er skeivt, tí Neistin hevur fingið eitt mál ov nógv á dómaraseðlinum eftir fyrra hálvleik.
Aganevndin hevur umrøtt og viðgjørt fyrispurningin hjá VÍF um at taka kæruna aftur. Aganevndin sær hetta ikki vera møguligt, hetta tí málið var tikið upp til viðgerðar og farið til hoyringar hjá pørtunum. Hetta svarar til fasta mannagongd í tilsvarandi málum hjá danska hondbóltssambandinum og metir Aganevndin somuleiðis hesa mannagongd vera rætta. Støðan hjá VÍF í kappingini um FM-finalupláss broyttist, tá teir vunnu dyst A176 móti KÍF 1. apríl, hetta eftir kærda dystin móti Neistanum. Við sigrinum á KÍF, kann VÍF missa finalusessin, um teir tapa ein umdyst móti Neistanum og Kyndil vinnur sínar eftirverandi dystir. Sostatt hevur málið eisini áhuga hjá øðrum parti og kann gerast avgerandi. Aganevndin metir harvið, at rætta úrslitið av dystinum hevur týdning fyri kappingina sum heild, og kann VÍF ikki eftirfylgjandi taka kæruna aftur.
Bæði Neistin og VÍF vísa á kappingarreglu 5.21 viðvíkjandi videoupptøkum.
5.21 Videoupptøkur kunnu einans nýtast í harðskapsmálum. Avgerðir grundaðar á videoupptøkur kunnu tó aldri hava fylgjur fyri dystarúrslit.
Aganevndin hevur havt málið til hoyringar hjá pørtunum og byggir sína avgerð á hesar frágreiðingar.
Videoupptøkur eru ikki nýttar í viðgerðini. Vanligt er ikki, at hondbóltsdómarar skriva málini niður so hvørt í dysti og verður hildið skil á málunum í dysti á máltalvuni. ??t frá frágreiðingini hjá dómarunum í hesum førinum, tykist heldur ikki at hava verið nakað ivamál teirra millum, at støðan var 14-11 í hálvleikinum. Dómararnir meta sostatt, at teir bert hava sæð 14 mál til Neistan í fyrra hálvleiki, meðan dómaraborðið í sínari frágreiðing harmast um, at hava gjørt eitt mistak. Somuleiðis tykjast feløgini samd um, at rætta støðan í hálvleikinum var 14-11
Aganevndin hevur í sínari avgerð lagt stóran dent á dómarafrágreiðingina, og at dómararnir bert sóu 14 mál í fyrra hálvleiki. Hetta saman við frágreiðingunum frá hinum pørtunum, VÍF, Neistin og dómaraborðinum vísir rættiliga greitt, at talan var um ein feil, og at Neistin bert fekk 24 mál í dystinum, meðan VÍF fekk 25.
Aganevndin kann sambært § 6a, stk. 3, nr. 5 í viðtøkunum fyri agenevndina áseta, at nýggjur dystur skal spælast. Aganevndin metir at ein ikki kann útiloka, at gongdin í øðrum hálvleiki hevði verið annaðleiðis, um rætta støðan framgekk av máltalvuni, og tískil er Aganevndin komin til tann úrskurð, at nýggjur dystur skal spælast millum liðini. ??rskurðurin verður sendur kappingarnevndini hjá HSF, sum ásetur nýggjan leikdag eftir seinasta leikumfar av grundspælinum.
Aganevndin er tó samstundis av teirri fatan, at um tað, tá seinasta umfar av grundspælinum er spælt, er greitt, at ein umdystur ikki kemur at hava nakra ávirkan á samlaðu støðuna á stigatalvuni hjá Neistanum og hjá VÍF, hevur hvørki av hesum liðum nakran rættarligan áhuga í, at nýggjur dystur verður spældur, og Aganevndin ger tí samstundis av, at um so er, skal nýggjur dystur ikki spælast, og skrásetta úrslitið av kærda dystinum, nevniliga 25-25, verður tí standandi.
Avgerðir hjá Aganevndini kunnu kærast, umvegis [email protected], til Dómsnevndina 6 dagar frá tí at avgerðin hjá Aganevndini er komin fram til fram til partin, sum ynskir at kæra.
Vegna aganevndina
Jens Andrias Vinther, form.
Niels Winther
Hartvig Joensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald