
Um viðrar verður stórt hátíðarhald niðri við Vatn leygardagin 25. November 2017, kl. 14:00 har standmynd av nykinum verður avdúkað. Skipað verður fyri sermerktari og stórslignari framførsla við nógvum ymiskum og forvitnisligum á skránni.
At taka framaftur tær aldargomlu ævintýrkendusøgurnar og seta tær í standmynd ellalíknandi, hevur víst seg athavt positivan týdning,og hava hesar standmyndir skapt stóran áhuga fyri søguni ogveriðeitt gott ferðavinnunmál. Á okkara heimligu støðum, kann nevnast ???Kópakonan??? íMikladali og søgnin úr Oyndarfirði um Rinkusteinarnar. Hetta eru støð, sum flest øll vilja síggja.
Uttanfyri landoddarnar erufleiriav hesum ævintýrkendu standmyndum, nevnast kunnu ???Den lille havfrue??? á Longulinju í Keypmannahavn,Molle Mollone í Dublin - "Manneken Pis??? smádrongurin í Bruxells. Hesi støð eru avgjørt vørumerki fyri landið og ikki minst fyri býin, har ferðavinnan hevur góðar dagar av júst hesum standmyndum, sum ikki kunnu virðismetast nóg mikið í dag.
Vit eru í eini tíð, har mentan og søga hevur stórar avbjóðingar, okkara sagnir eru uppímóti spennandi teknimyndum frá Disney, telduspølum og t-shirtum við ymsum fremmandum tekningum og ikonum.
Unga ættarliðið tekur blint ímóti hesum nýggja ráki, alt meðan okkara sagnir, søgur og mentan fer í bakgrundina. Hesi eru jú bara uppá skrift í ymsum bókum ella á mannamunni, sum so líðandi blíva meir og meir óaktuell.
At taka sagnirnar fram, skapa tær í standmynd og harvið æviggera tær, meta vit, hevur stóran týdning fyri okkum sum tjóð. Eisini tá hugsaðverður um mentanina, søguna og ikki minst ferðavinnuna.
Sagnir um Nykar eru kendar úr fleiri støðum kring landið. Søgnin er um, at ein Nykur, ein skapningur átøkur einum stórum hesti, har hógvarnir venda mótsattan veg, kemur upp úr vatninum og roynir at lokka børn og ungfólk upp á bakiðá sær. Tá hetta eydnast,fer Nykurin aftur í vatnið við førninginum á bakinum.
Í eina tíð hevur ein áhugabólkur í Vágum arbeitt við at ítøkiliggera søgnina um Nykin á Vatninum.
Fleirisagnir eruum Nykin.Fyri at livandigeraeina av hesumsagnum, skapa áhuganog sum eitt íkast til ferðavinnuna, eru fyrireikarnirí gongdat leggja síðstu hond á at gera eina standmynd av Nykinum niðri við Vatn.
Standmyndin er gjørdúr rustfríum stáli og verður góðar tríggjar metrar høg. Næmingarnir í skúlunum í Vágum koma at hjápa til at samla steinar, sum skulu fyllast í Nykin, og hetta verður við til at skapa heildina. Harafturat skapar hetta ognarskap og nakað hjá øllum í oynni at standa saman um.
Nykurinkemur atstanda nakrar metrar úti í vatninum.Hann kemur at standaímillum Flúgvarabedingina og koyribrúnna til Vatnsoyrar.
Staðið harNykurin skal standa, er sera væl egnað, góðir parkeringsmøguleikar í hugnaliga umhvørvinum við Flúgvarabedingina. Eisini kemur Nykurin at síggjast frá høvuðsvegnum á vetri sum á sumri,tí ætlanin er at seta spot-ljós á standmyndina.
BETRI-samtakið stuðlar tiltakinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald