Vinna

Av eini løgnari russiskari avgerð ber illa til hjá føroyingum at fiska rækjur

...

2017-02-15 21:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroysku rækjuskipini Havborg og Arctic Viking hava hendan túrin og sísta túr ligið og drigið vavskít í myrkrinum norðanfyri Svalbard- ikki fiska fyri lúsasalvu- . Vit hava bert kunna hugt yvirum til Russisku greinsuna har vit eiga nógva kvotu, men av einari løgnari Russiskari avgerð kunnu vit als ikki fiska har, men bara Russisk rækjuskip. Hetta er ímóti allari vanligari sínamillum avtalu, hvar man mær vitandi ikki gevur sær sjálvum annan rætt enn ´´samstarvspartnarin´´

Hesa rækjuleið hava vit sjálvir funnið fyri nøkrum árum síðani. Har plagar at verða gott fiskarí. Onki Russisk rækjuskip hevur verið í nær námind hesi leið fyrr enn nú. Vanliga plagar ísur at verða har hesa árstíð, men í ár er ikki íspirran har, so væl hevði ligið fyri at fiska har líka til nú.

Russar hava onki rækjuskip havt í nógv ár, men nú hava teir eini 6 rækjuskip sum fiska har tey vilja.

Hesi Russisku rækjuskip hava Føroyingar rigga trolgreiðirnar til á, og Føroyingar hava verið út við teimum at lagt teimum lag á

Ja gott hjá Russum at onkrir hentir idiotar finnast enn, vit finna teimum leiðirnar , rigga reiðskapin til og so fáa vit fótin í reyvina út sjálvir !!

Alt hetta samstundis sum teir gerða júst sum tað passar teimum undir Føroyum, als ongar tekniskar forðingar - ongan observara - onki tjekkpunkt, ja trúgv tí hvør ið vil !!!!!!!

Eg veit ikki um okkara mynduleikar royna at loysa hendan spurning, eg hoyri so í hvussi so er ikki hvørki orð ella eið , samgongan er nokk meir upptikin í ørvitisprosjektinum ´´uppboðsøla´´

Bjarni Petersen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder