Ítróttur

AUÐUR á veg til Havnar

...

2013-07-30 16:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Róðrarbáturin AUÐUR, sum kom til Porkeris úrOrknoyggjunum seinasta mikukvøld, er nú ávegis til Havnar. Teir 4 íslendingarnir umborð á AUÐUR løgdu frá landi í Porkeri tíðliga í morgn, teir eru nú komnir nakað norður um Trongisvágsfjørð, og sum vit skilja, er ætlanin at fara á Havnina, áðrenn kósin verður sett móti Íslandi.

Kl. 15.40 í dag var AUÐUR komin á Kvørntanga, sum er sunnast á Sandoynni.

Mikudagin 31.juli kl. 00.38 - AUÐUR legði inn á Skálavík, har liggja teir í nátt, men rógva til Havnar í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder