Mentan

Atvent ??? fotoframsýning og bókaframløga

...

2015-11-19 14:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í sambandi við at Gunnar Gunnarsson-stovnurin í Íslandi vitjar

Bókadagar 2015, verður ein framsýning á Býarbókasavninum.
Hetta eru myndir hjá íslendska fotografinum Sigurjón Pétursson, sum eru svart/hvítar fotomyndir av fjøllunum nærhendis Mývatni, og myndatalvur um høvundin Gunnar Gunnarsson og ritverk hansara.

Fotografurin hevur fingið íblástur úr bókini Atvent eftir Gunnar Gunnarsson, sum forlagið Sprotin gevur út í nýggjari útgávu.

Framsýningin letur upp fríggjakvøldið 20. november kl. 20. Samstundis hevur Sprotin bókaframløgu og upplestur úr Atvent, og Kári Sverrisson framførir.

Myndabókin hjá Sigurjón Pétursson og bøkur eftir Gunnar Gunnarsson verða eisini til keyps fyri serprís hetta kvøldið.

Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.

Framsýningin er at síggja árið út.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder