Mentan

Áttanda Miðnámsrit er komið út

....

2015-12-13 19:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv

Áttanda Miðnámsrit er komið út. Hesa ferð eru fimm greinir. Telefonir eru ein stór avbjóðing á miðnámsskúlunum. Heðin Lamhauge hevur skrivað eina grein um telefon(mis)nýtslu á miðnámi.

Olav Absalonsen hevur eina grein um, hvussu lærugreinin virkisbúskapur er broytt frá áttatiárunum til nú. Hetta er søgan um eina lærugrein, sum hevur havt næstan 20 nøvn hesi árini.

Tórður Johannesarson hevur skrivað eina grein um toymisarbeiði og fundir. Nógvir lærarar hava ta áskoðan, at gott toymisarbeiði er bygt á nógv fundarvirksemi. Tórður setir spurnartekin við hesa fatan.

Í løtuni taka nakrir lestrarvegleiðarar masterútbúgving í vegleiðing, sum varð boðin út á fyrsta sinni í 2013. Elisabeth Holm hevur skrivað um útbúgvingina.

Viðtal er við íslendskan lærara, sum undirvísir á einum miðnámsskúla í Reykjavík. Blaðið liggur á heimasíðu handilsskúlans.

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder