Politikkur

Átta kommunal samstørv um barnavernd

...

2014-01-20 02:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú eru kommunalu samstarvsøkini um barnavernd endaliga skipað sambært barnaverndarlógini.

Annika Olsen, landsstýriskvinna hevur góðkent, at tað nú verða átta kommunal samstarvsøki um barnavernd. Frammanundan hava tað verið 10 samstarvsøki.

Við hesum eru tvey nýggj kommunal samstarv skipaði og góðkend. Tær sjey kommunurnar í Suðuroy eru komnar ásamt um, hvussu ein barnaverndartænasta verður skipað í Suðuroy. Eisini hava Eysturkommunu og Fuglafjarða kommunu gjørt eina samstarvsavtalu um barnavernd.

Annika Olsen, landsstýriskvinnan fegnast stórliga um, at øll samstarvsøkini um barnavernd nú endiliga eru skipað.

???Tilgongdin um samstørv á barnaverndarøkinum vísir, at kommunurnar taka veruliga ábyrgd av teimum málsøkjum, sum landið leggur út til teirra, og styrkir hetta enn meira um mítt álit á, at kommunurnar eru fult og heilt førar fyri átaka sær eldraøkið 1. januar 2015???, sigur Annika Olsen.

Løgtingið samtykti í 2012 at gera broytingar í barnaverndarlógini, og tá varð m.a. álagt kommunum at skipað seg í færri samstarvsøki við freist frá 1. januar 2014.

Tey 8 økini eru hesi:

1) Kommunurnar í Norðoyggjum

2) Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur

3) Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommunur

4) Sørvágs, Vága, Vestmanna og Kvívíkar kommunur

5) Eiðis, og Sunda kommunur

6) Tórshavnar kommuna

7) Kommunurnar í Sandoynni

8) Kommunurnar í Suðuroynni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder