2017-05-24 16:38

Verandi farstøð í Havn bleiv tikin í brúk seinast í 80 árunum. Tá verandi Norrøna kom í 2004 bleiv nýtt trapputorn bygt, og smærri tillagingar vórðu gjørdar.
Flutningurin av ferðafólki veksur støðugt, og nú ferðast árliga umleið 400.000 ferðafólk gjøgnum farstøðina, sum antin skulu við Norrønu ella Smyrli.
Serliga er tað Norrøna, sum hevur sera vánaligar umstøður til tey ferðandi, sum ikki kunnu koma undir tak, meðan tey bíða eftir at koma umborð.
Hetta er ein átroðkandi trupulleiki, sum ikki kann bíða í fleiri ár. Av tí at plássið er avmarkað at byggja á, má trupulleikin loysast í verandi farstøð. Tað ber til at umbyggja farstøðina, soleiðis at fermetratalið umleið tvífaldast.
Býráðið samtykti í gjárkvøldið einmælt at játta pening til byggiprogramm og skipanaruppskot, tað skrivar kommunan á heimasíðuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald