Mentan

Atmosferiskur svenskur poppur á G!

...

2015-06-13 13:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

G! Festivalurin fegnast um at avdúka enn eitt stórt útlendskt navn, svensku Amason, ið teljast millum mest spennandi nøvnini á svenska tónleikapallinum kemur til Syðrugøtu í summar.

Tá tónleikatíðarritið Gaffa herfyri skuldi velja ársins bestu svensku útgávur higartil, so var tað Sky City hjá Amason, ið fekk heiðurin sum besta útgáva.

Gaffa skrivaði m.a., at Amanda Bergman hevur kanska bestu songrødd í Svøríki, og at tónleikurin hjá hesum superbólki kennist ekstremt væl settur saman. Hetta eru vælgjørdir popmelodiir og gjøgnumarbeiddar atmosferiskar framleiðslur, ið útstrála eins væl proggresivan tónleik sum Fleetwood Mac. Gaffa staðfestir at sum ein heild er útgávan næstan heilt fullkomin.

Amason er ein sonevndur superbólkur, har songkvinnan Amanda Bergman, ið vit kenna úr bólkinum, Hajen, ið seinni æt Jaw Lesson og Idiot Wind, stendur á odda fyri fýra øðrum tónleikarum, ið allir hava gjørt vart við seg í bólkum sum Dungen, Little Majorette og Mike Snow.

Amason byrjaði at spæla saman í 2012 og hava givið eina EP og nøkur støkløg út, men tað var í januar, at fyrsta heila útgávan kom út.

Ummælarar og áhoyrarar eru á einum máli um, at hetta er framúr gott.

Fyrsta staklagið Duvan hevur fingið góða móttøku.

Vit eru fegin um, at hava tryggjað okkum Amason á ársins G! Festival, ið verður í døgunum 16.-18 juli í Syðrugøtu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder