Ítróttur

Atli Gregersen lovprísar Fróða og Sonni Ragnar

...

2016-08-18 13:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrradagin tók Lars Olsen 23 spælarar út til fyrsta dystin í komandi HM-undankapping, ið verður leiktur móti Ungarn á Tòrsvølli 6. septembur. Millum spælarnar ið blivu tiknir út er verjiskansin Atli Gregersen, sum vit hittu eftir úttøkuna.

Hvat dámar tær hópin ið er tikin út?

- Eg haldi tað er ein sterkur hópur, sum Lars Olsen hevur tikið út. Tað eru nógvir um boðið, og tað kundi sikkurt verið okkurt navn komi inn fyri okkurt annað, men tað er ein sterkur hópur, sum er tikin út. Tað er stuttligt at síggja Fróða Benjaminsen aftur í hópinum.

Hvat hevur tað at siga fyri hópin at Fróði er við aftur?

- Eg haldi tað hevur ótrúliga nógv at siga, hetta er faktist ein ungur hópur, og so eru tað 2-3 sum eru komin eitt sindur uppí árini. Fróði er ímyndin av føroyskum fótbólti seinastu 20 árini, og kanska allarmest landsliðsfótbólti, og at síggja hann aftur við 7 talinum og liðskiparabandinum um armin er heilt fantastiskt, og gevur alt, Fróði er ein vinnari. Í okkara unga hópi hevur tað nógv at siga, at hava ein basa, og ein tryggleika og tað er nakað Fróði kemur við.

Sonni Ragnar Nattestad varð ikki tikin út seinast, havt hevur tað at siga, at hann nú er við aftur við tína lið?

- Tað er fantastiskt, men enn vita vit ikki hvussu vit byrja dystin, sjálvandi hopi eg at eg sleppi at spæla. Sonni Ragnar hevur nakar kvalitetir, sum eg ikki haldi at nakar annar hevur og heldur ikki hevur havt á føroyska landsliðnum - hann er eitt djór fyri at siga tað pent - so eg eri ótúliga glaður fyri at hann er við aftur í hópinum.

Hvat væntar tú tær av dystinum móti Ungarn?

- Tað er torført at siga, vit spældu tveir tættar dystir móti teimum seinast, teir hava verið í 1/4 finaluni í EM, so tað verður ótrúliga trupul dystur, men á heimavølli til fullsett stadion ber alt til.

Hvat væntar tú tær av hesari HM-undankappingini?

- Seinast ætlaðu vit at seta met, men vóru eitt stig frá metinum. Málið má verða at fáa so nógv stig sum møguligt, vit byrja við Ungarn - fáa vit so eina flúgvandi byrjan, ja so ber alt til. Vit skulu fáa stig, og tað skulu vit helst gera á heimavølli hvørja fer, sigur Atli Gregersen við JN.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder