Fróði Benjaminsen er ikki við landsliðnum hesaferð, og tí skal nýggjur liðskipari finnast. Venjarin hevur avgjørt, at tað verður Atli Gregersen, ið skal leiða føroyska liðið á vøllin ímóti Rumenia.
- Hetta er ein stórur heiður, og eg eri errin og glaður fyri álitið, sum Lars Olsen hevur givið mær, sigur Atli Gregersen.
Á fundinum áðrenn seinastu venjingina í Farum, har landsliðið hevur verið á venjingarlegu í samband við dystin ímóti Rumenia, boðaði landsliðsvenjarin frá, at sunnudagin verður tað Atli Gregersen, ið skal leiða føroyska liðið á vøllin ímóti rumenum.
Tað hevur annars verið Fróði Benjaminsen, ið hevur gingið á odda, tá føroyska A-landsliðið við monnnum hevur traðkað á stóru fótbóltspallarnar úti í heimi. Men Fróði er ikki við hesaferð, og tað er varaliðskiparin, Jónas ??ór Næs, heldur ikki. Tí bleiv neyðugt at finna nýggjan liðskipara til dystin ímóti Rumenia. Og valið er fallið á miðverjan úr Víkingi, Atla Gregersen.
- Teir eru nummar 1 í okkara bólki, og tað er ikki uttan orsøk. Rumenar spæla typiskt eystureuropeiskt við nógvum smáspæli og bóltflytingum, ein spælistílur, ið mangan hevur givið okkum trupulleikar. Men vit hava fyrireikað okkum so væl sum tilber. Umstøðurnar her í Farum hava verið góðar, og vit hava eisini hugt eftir video av Rumenia. Men vit vita hvat skal til fyri at fáa eitt gott úrslit, og tí fara vit sjálvandi eftir, sigur nýggi liðskiparin á A-landsliðnum, Atli Gregersen.
Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at Atli Gregersen verður liðskipari á landsliðnum. Í venjingardysti í Skotlandi 16. november í 2010, var tað eisini Atli, ið leiddi føroyska liðið á vøllin. Atli Gregersen er higartil skrásettur fyri 26 A-landsdystir fyri Føroyar.
Myndir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald