2016-01-21 05:48
Í gjár keypti Jógvan Martin Ferjá Joensen í Kollafirði partin hjá Dánjal Johansen í Sp/f Vita, sum eigur uppisjóarskipið Atlantsfarið. Jógvan Martin verður nú reiðari á Atlantsfarinum, sum verður heimahoyrandi í Kollafirði, skipið skal skifta navn.
Myndamaðurin hjá JN.fo var í Kollafirði í kvøld, tá ið Atlantsfarið kom á Kollafjørð, tað var gott lag á monnum í Kollafirði, tá ið skipið legði til bryggju har í kvøld.
Hvat nýggja navnið verður var enn ikki avgjørt segði reiðarin Jógvan Martin Ferjá Joensen, hann segði eisini at manningin hevði fingið tilboð um at halda á fram við Atlantsfarinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald