Vinna

Atlantsfarið skal landa á Fáskrúðsfirði í Íslandi

...

2015-05-22 20:34 Author image
placeholder

 Atlantsfarið er ávegis til Ísland við fullum skipi - uml. 1.350 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa á Fáskrúðsfirði í Íslandi, teir verða á Fáskrúðsfirði seinnapartin í morgin.

Atlantsfarið hevur roynt eystur ímóti hetlendska markinum, har øll svartkjaftaskipini royna. Sagt verður at svartkjafturin stendur spjaddur og er heilt eysturi  ímóti markinum við Hetland.

Vit tóku nakrar myndir í Vestmannasundi og í morgun tá ið Atlantsfarið kom á Miðvág - sí niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder