Vinna

Atlantsfarið siglir inn við 1.000 tonsum

...

2015-09-03 02:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Atlantsfarið, sum hendan túrin hevur partrolað við Phoenix norðanfyri, siglir inn við 1.000 tonsum av makreli, støddin liggur beint omanfyri 400 gramm.

Atlantsfarið skal landa til Pelagos í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði í nátt. 

Í løtuni landar Christian í Grótinum 600 tons til Pelagos, teir verða liðnir seint í nátt ella tíðliga í morgin.

Fagraberg hevur landað í Fuglafirði, teir loystu um 18-tíðina í kvøld og hava sett kós norðureftir, tað hevur Norðborg eisini, Norðborg og Fagraberg eru komnir nakað norður úr Ennibergi. Finnur Fríði, sum hevur landað á Tvøroyri, loysti um 20-tíðina av Tvøroyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder