2015-08-30 05:01
Atlantsfarið er á veg inn, at landa til Pelagos í Fuglafirði. Atlantsfarið verður væntandi á Fuglafirði eina fer í nátt.
Atlantsfarið hevur góð 850 tons av makreli umborð, sigur reiðarin Dánial Johansen við JN.fo.
Vektin á makrelinum liggur um góð 390 gramm.
Teir hava henda túrin roynt í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald