Ítróttur

Atlantic- og Elektrondystir í Vestmanna útsettir

...

2013-10-05 13:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sum flestum kunnugt, hava vit ov fáar A-dómarar í løtuni. Eru allir dómararnir tøkir, klára vit at koyra kappingina, men so skjótt okkurt kemur í vegin, ber ikki til. Hetta er tíverri hent nú, har ein dómari hevur fingið ein skaða at dragast við.

Kappingarnevndin hevur tí út frá einari heildarmeting av kappingini tikið avgerð um, at dystirnir í Vestmanna komandi sunnudag 6. okt. mugu útsetast til týsdagin 8. okt.Leikt verður sostatt soleiðis komandi týsdag 8. okt:

  • 18.30 VÍF ??? Stjørnan, Elektron deildin
  • 20.00 VÍF ??? KÍF, Atlantic Airways deildin
Vit harmast um støðuna, men útlit eru fyri, at dómarastøðan fer at batna nakað komandi tíðina. Í løtuni eru hetta tó treytirnar hondbóltskappingin hevur at virka undir, skrivar HSF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder