Oddaliðið VÍF, sum seinasta sunnidag tapti ímóti KÍF í Kollafirði, tapti aftur í kvøld, tá ið teir møttu Neistanum í Høllini á Hálsi í Havn, men lat okkum siga beinanvegin, at tað var eitt skert VÍF-lið, sum í kvøld mátti lúta fyri Neistanum.
Beinanvegin sást, at Neistin ætlaði sær bæði stigini, teir førdu eisini allan dystin, hálvleiksstøðan var 20-13 til Neistan, sum eisini til endan vann tryggan sigur á vestmenningum, endaliga úrslitið gjørdist 35-28.
Sunnudagin fáa vestmenningar vitjan av botnliðnum Team Klaksvík - TK hevur fleiri ferðir í ár víst, at teir kunnu bjóða toppinum av, so spennandi verður hvussu leikur fer í Vestmanna sunnudagin.
Neistin: Mikkjal Hansen, Emil Dam, John í Innistovu, Aleks Buha 1, Tommy Fletcher 9, Rói Berg Hansen 6, Sjúrður Thomassen 5, Herbjørn Lava 1, Jugoslav Djumic 7, Torstein Balle, Hjalti í Jákupstovu 5, Torkil Hentze 1 og Terji Mørk.
VÍF: Sjúrður Olsen 2, Teis Rasmussen 1, Agnar Joensen 2, Julian Olsen 3, Áki Egilsnes 4, Andrias Eriksen 4, Niklas Simonsen, Tóki Seloy, Mads Eriksen, Hanus Christophersen og Filip Jojic 12.
Støður:
5. min. 4-3
10. min. 7-5
15. min. 9-8
20. min. 13-9
25. min. 18-11
30. min. 20-13
35. min. 22-15
40. min. 25-19
45. min. 26-21
50. min. 29-24
55. min. 31-25
60. min. 35-28
Dómarar: Hannis og Uni Wardum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald