Í Vestmanna hittust toppur og botnur, tá ið VÍF, sum liggur ovast í AA-deildini, í dag tók ímóti StÍF, sum liggur næstniðast í AA-deildini.
VÍF vísti beinanvegin dysturin var settur í gongd, at teir vilja verja oddasessin í Atlantic Airwaysdeildini, tó so at liðini fylgdust teir fyrstu 5 minuttirnar, støðan vísti 4-4 tá ið 5 minuttir vóru leiktir. Men so dróg VÍF frá, og tá ið varið var til hálvleik, vísti máltalvan 18-11 til VÍF og tað sá út - sum um dysturin var avgjørdur.
Í seinna hálvleiki helt VÍF alla tíðina StÍF nøkur mál aftanfyri, úrslitið gjørdist 30-22.
VÍF hevur nú 22 stig fyri 14 dystir, StÍF hevur 7 stig fyri sama dystatal.
Hjá VÍF fekk Filip Jojic 12 mál og gjørdist besti málskjútti hjá vestmenningum.
Hjá StÍF lá Eyðbjørn Eriksson ovast hann fekk 5 mál fyri strandingar.
VÍF: Sjúrður Olsen 2, Teis H. Rasmussen 2, Agnar Joensen, Julian Olsen 3, Áki Egilsnes 1, Andrias Eriksen 3, Jón Muller, Niklas Simonsen, Heini Hanusarson 1, Tóki Seloy, Mads Eriksen 1, Hanus Christophersen 3, Filip Jojic 12 og Sjúrður Nielsen 2.
StÍF: Eli Gærdum, Eyðfinn Poulsen, Marius Joensen 2, Pætur Johansen 2, Kjartan Johansen 4, Teitur Nielsen, Kem Weyhe, Jógvan G. Joensen 2, Eyðbjørn Eiriksson 5, Jón Rasmussen 1, Jóhannus Olsen, Leivur Justinussen, Sveinur Justinussen 3, Jákup Johansen 1 og Steinar Á Prestá 2.
Støður;
5. min. 4-4
10. min. 7-5
15. min. 9-6
20. min. 12-7
25. min. 15-9
30. min. 18-11
35. min. 19-14
40. min. 22-17
45. min. 24-18
50. min. 26-20
55. min. 28-20
60. min. 30-22
Áskoðarar: 290
Dystir í dag:
Kyndil - Team Klaksvík 36-20
H71 og Neistan 33-16
Komandi dystir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald