Ítróttur

Atlantic Airways-deildin: Metingar

...

2014-11-01 21:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Team Klaksvík ??? VÍF, Í dag klokkan 18:00.

Eftir stórtapið hjá Team Klaksvík ímóti H71 seinasta vikuskiftið, skal liðið royna at reisa seg aftur, tá besta liðið higartil í Atlantic Airways deildini, VÍF kemur á vitjan í Klaksvík.

Team Klaksvík, hevur spælt tveir dystir heima í ár, og teir hava tapt báðar, í fyrra heimadystinum taptu teir bert við 2 málum ímóti FM-vinnarnum seinasta kappingarár, KÍF. Hin dystin taptu teir við 6 málum ímóti Neistanum, sum hevur yvirraska nógv higartil í ár.

VÍF, hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá kappingarári, teir taptu fyrsta dystin, síðani hava teir vunnið hinar fýra dystirnar, sum teir hava spælt. VÍF kann leggja sjógv millum seg og hini liðini í kvøld, um teir vinna dystin í Klaksvík.

Eg vænti, at tað ikki verður í kvøld at Team Klaksvík fær fóta sær móti góða VÍF liðnum, sum hevur Áka Egilsnes og Andrias Eriksen klárar aftur. Eg meti at VÍF vinnur á Team Klaksvík uttan stórar trupuleikar.

StÍF ??? H71, í morgin klokkan 16:00.

Strandingar fingu tann besta startin teir kundu hugsa sær, tá teir vunnu á sterka VÍF liðnum, men teir fingu ikki stig í trimum teimum næstu dystinum, men tað sær út til at teir kanska hava vent ringu gongdini, strandingar vunnu seinasta dyst teir spældu, tá teir vinnu á hinum oddaliðnum Neistanum. Sostatt hevur StÍF vunnið á báðum teimum liðnum, sum liggja ovast í Atlantic Airways deildini.

Í mun til StÍF, so tapti liðið úr Hoyvík, H71 tveir teir fyrstu dystirnar, har H71 hevur tapt móti báðum teimum liðnum, sum liggja ovast í deildini. Men ímóti Kyndli, KÍF og Team Klaksvík, hevur H71 nú fóta sær og eru teir nú á 3. plássi.

Vit kunnu rokna við at fáa ein sera tættan dyst á Skála í morgin. ??ll stigini, sum strandingar hava fingið hetta kappingarári, hava teir fingið á heimavølli og øll lið hava tað ringt við at taka stig frá StÍF á Skála, og tað vænti eg eisini H71 fær. Eg vænti at StÍF vinnur ein 2 málssigur.

KÍF ??? Kyndil, í morgin klokkan 16:00.

Seinasta dysturin í hesum umfarðinum er millum FM-vinnarnar og steypavinnarnar frá seinasta kappingarári, tá KÍF tekur ímóti Kyndli. Hvørki KÍF ella Kyndil hevur fingið nakran góðan start uppá kappingina.

KÍF, sum seinastu árini, hevur runnið frá hinum liðnum í deildini frá byrjan av, hevur bert fingið 4 stig higartil. Tað sá eisini út til at teir ætlaðu sær at gera tað, tá teir vunnu tveir teir fystu dystirnar, men síðani tá hava teir tapt hinar tríggjar og hava tí sostatt bert fingið 4 stig higartil.

Kyndil, sum hevur fingið ein orduligan frammaná hesa vikuna, tá teir vóru dømdir at tapa dystin ímóti Team Klaksvík, á skriviborðinum. Tá sigini verða tikin frá teimum, liggja teir aftast í Atlantic Airways deildini, við bert 3 stigum. Skulu nú royna at reisa seg, tá teir møta KÍF í Kollafirði. Kyndil fekk 5 stig í teimum trimum fyrstu dystinum, men hava so tapt tveir teir næstu.

Eg vænti at vit kunnu rokna við einum sera tøttum dysti í Kollafirði í morgin, KÍF hevur nú sterka verjuspælarin, Rógva Weyhe við aftur, nú hann hevur sitið yvir sítt leikbann. Eg rokni við at tað vera teir reyðu, sum taka tað longra stráði, og dysturin verður ikki avgjørdur fyrr enn í teimum seinastu minuttinum.

Sí eisini: Metingar í Hvonndeildini: Stórdystur í Vági.

Jóanis Albert Nielsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder