Vinna

Atlantic Airways hevur í dag yvirtikið eina nýggja tyrlu

...

2016-04-05 20:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Atlantic Airways hevur í dag yvirtikið eina nýggja tyrlu av slagnum AW 139. Talan er um ta seinnu av teimum báðum AW 139 tyrlunum,sum felagið keypti í fjør, eftir at avgjørt varð at skifta tyrluflotan út.

??tskiftingin av tyrlunum er gjørd í samráð við landsstýrið eftir at partarnir í fjør samdust um nýggjan leist fyri tyrlutilbúgving og rutuflúgving millum oyggjarnar.

Nýggju tyrlurnar koma í staðin fyri tær báðar 20 ára gomlu Bell 412, sum hava røkt tyrlutilbúgvingina og rutuflúgvingina millum oyggjarnar.

Talan er um eitt stórt framstig, tí gomlu tyrlurnar eru vorðnar minni og minni virkisførar, so hvørt nýggjar og strangari reglur støðugt eru settar í gildi innan tyrluflúgvingina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder