JN

Atlantic Airways hevur fingið nýggja trappu - myndir

...

2015-05-10 01:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyri 6 vikum síðani vóru umboð fyri Atlantic Airways í Belgia, har hugt var eftir nýggjari trappu til Airbus flogførini hjá felagnum. 

Mánadagin kom so nýggja trappan til landi, sum var tikin í brúk í dag. Myndamaðurin hjá  JN.fo var á flogvøllinum í dag, og tók myndir av nýggju trappuni.

Nýggja trappan er nógv tryggari enn hvat gomlu trappurnar eru, ein av orsøkinum er at hon verður ikki vát, tí hon hevur tak omaná sær. 

Nýggja trappan er sera væl dámt, og nú liggur í kortinum, at ein trappa av sama slag skal keypast heim afturat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder