Vinna

Atlantic Airways heldur kósina

...

2016-04-11 17:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá Atlantic Airways mánadagur 11. apríl 2016

2015 hilnaðist væl hjá Atlantic Airways við 21,5 milliónum krónum í avlopi fyri skatt. Flogfelagið heldur kósina við bíligari flogferðum, alsamt fleiri ferðatilboðum og stórum vøkstri í ferðafólkatølunum

Eitt gott ársúrslit, munandi hægri ferðafólkatøl og alsamt fleiri ferðatilboð. Soleiðis ber í stuttum til at lýsa farna árið hjá Atlantic Airways, sum heldur settu kósina og fremur tillagingar, tá tørvur er á tí.

Ársúrslitið hjá Atlantic Airways var 21,5 milliónir krónur fyri skatt í 2015, og tað er ein góð millión meira enn í 2014, tá avlopið fyri skatt var 20,2 milliónir krónur. ??rslitið eftir skatt í 2015 var 17,6 milliónir krónur ??? í 2014 var avlopið 16,5 milliónir krónur eftir skatt.

Tó at ársúrslitið var heldur betri í 2015 sammett við 2014, so minkaðu inntøkurnar tilsamans góðar 70 milliónir krónur ??? úr 574 milliónum krónum í 2014 niður í 502 milliónir krónur í 2015.

- Tað er at fegnast um, at ársúrslitið er betri enn í fjør, hóast tillagingar og broytingar í virkseminum hjá flogfelagnum hava elvt til lægri inntøkur, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways.

Gjaldførið var 43 milliónir krónur við árslok 2015. Tað er 60 milliónir krónur minni enn árið fyri, tá gjaldførið hjá felagnum var 103 milliónir krónur. Orsøkin til lægri gjaldføri er, at felagið hevur keypt tvær nýggjar AW 139 tyrlur, sum flogfelagið hevur yvirtikið, og eitt nýtt flogfar av slagnum Airbus 320, sum verður latið Atlantic Airways í desember 2016.

267.000 ferðafólk flugu við Atlantic Airways í 2015, sum var metár hjá flogfelagnum. Vøksturin var umleið 30.000 fleiri ferðandi sammett við 2014, tá ið ferðafólkatalið tilsamans var 237.000. Tað svarar til ein vøkstur á 13 prosent.

Á aðalfundinum í felagnum í dag var nevndin sum heild væl nøgd við gongdina, har Atlantic Airways heldur fram at menna eitt støðugt rutunet við Føroyum sum snúningsdepli og bíligari flogferðum.

- Vit halda settu kósina og gera neyðugar tillagingar á leiðini, tá ið tað er neyðugt. Ársúrslitið er nøktandi, havandi í huga, at vit hava lækkað prísirnar, keypt tvær nýggjar tyrlur, og eitt nýtt flogfar er á veg. Samanumtikið er Atlantic Airways eitt væl útgjørt flogfelag, ið er til reiðar taka við teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman, staðfestir Niels Mortensen, nevndarformaður.

Á aðalfundinum legði Søren Jespersen, nevndarlimur, frá sær, eftir at hann hevur sitið í nevndini í trý ár. Í hansara stað var valdur Fróði Magnussen, stjóri í Formula.

Gagnlig átøk

Atlantic Airways vildi við nýggju kósini verða ein týdningarmikil loftbrúgv millum Føroyar og umheimin, sum bæði gagnar borgarum og vinnulívi.

Bíligari ferðaseðlar og nýggjar rutur eru liður í hesi ætlan, og síðani seinasta aðalfund eru meira enn 100.000 einvegis ferðaseðlar, sum kosta undir 1.000 krónur, vorðnir til taks á rutunetinum alt árið. Prísurin á lægsta einvegis ferðaseðlinum er í sama viðfangi lækkaður úr 779 krónum niður í 699 krónur, eins og aðrar lækkingar eisini eru gjørdar í ferðaseðlaprísunum.

Broytingarnar koma í gildi 1. september 2016, men longu 1. mars var møguligt at bíleggja nýggju ferðaseðlarnar á netinum. Talan var um lækkingar í ferðaseðlaprísunum fyri tilsamans góðar 17 milliónir krónur, sum hava til endamáls, at fleiri fólk fáa høvið at flúgva bíligari.

Rutunetið hjá Atlantic Airways fevnir um NORÐ-ruturnar, Danmarkar-ruturnar og S??L-ruturnar, har ferðafólk hava tikið sera væl undir við tilboðunum at flúgva beinleiðis úr Føroyum til sól og summar í heitu londunum. Í summar verður flogið úr Føroyum til Kreta, Barcelona og Mallorca, og harumframt verður Gran Canaria nýtt ferðamál síðst í desember og í januar.

Á øllum rutunetinum eru góðar 40 fráferðir úr Føroyum um vikuna í háárstíð, og í lágárstíð verður flogið meira enn 20 ferðir um vikuna úr Føroyum út í heim. Atlantic Airways miðar áhaldandi eftir at geva Føroya fólki góð ferðatilboð, eins og flogfelagið eisini vil vera við til at menna føroysku ferðavinnuna, tí bíligu ferðaseðlarnir draga útlendsk ferðafólk henda vegin.

Nevndin í flogfelagnum fegnast um tey tøk, sum leiðsla og starvsfólk taka hvønn einasta dag fyri áhaldandi at veita eina góða tænastu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder