Sum nakað nýtt fer Atlantic Airways at flúgva beinleiðis til Malta næsta summar.
316 km2 stóra landið í Miðjarahavinum er sera væl umtókt sum ferðamannaland. Høvuðsstaðurin Valetta er á listanum hjá UNESCO yvir heimsarv, og við sínum fleiri enn 320 fornminnum á 55 hektarum er Valetta ein tann søguríkasti býurin í heiminum. So tað er ikki uttan orsøk, at Malta er valt at vera mentanarhøvuðsstaður í Evropa fyri árið 2018.
Alt snýr seg sjálvandi ikki bara um mentan og søga, tí á Malta eru sjálvsagt nógvar strendur, og um summarið er sera gott veður og nógv sól. So kom við ein túr - har er heilt víst okkurt til tín!
Umframt Malta og føstu S??L ferðamálini Barcelona og Mallorca, verður eisini flogið til Lissabon aftur næsta summar.
Malta og Lissabon verða sett til sølu 2. oktober 2017
Vinna
Atlantic Airways fer at flúgva til Malta
...
2017-09-20 13:51
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald