2016-06-13 19:01
Ferðandi úr Keypmannahavn verða nú innskrivað í Terminali 3, og ikki í Terminali 2 sum áður.
Fyrimunur við hesum er, at nú verður møguligt hjá teimum ferðandi at nýta allar innskrivingarsjálvtøkurnar í Terminali 3, og tí verður nú eisini møguligt at lata viðføri inn uttan fyri vanligar innskrivingartíðir.
Terminalur 3 er tann nýggi terminalurin, har bæði metroin og tokini koma og fara.
???Hetta er ein eitt stig á leiðini at økja um tænastustøðið til tey ferðandi í Keypmannahavn, tí tey flestu av teimum koma á flogvøllin við metro, toki ella bussi. Hesi steðga øll við Terminal 3 í Keypmannahavn.??? sigur Rasmus Niclasen, ferðslusamskipari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald