Sum nakað nýtt fer Atlantic Airways næsta summar at flúgva beinleiðis til Lissabon í Portugal. Ferðirnar til Kreta, sum vit flugu til fyri fyrstu ferð í ár, hava verið sera væl umtóktar. Tí halda vit fram við beinleiðis túrum til griksku frítíðaroynna komandi summar, umframt at Barcelona og Mallorca eisini eru við í ferðaætlanini næsta ár.
Barcelona: Hvønn týsdag frá 09. mai til 17. oktober 2017.
Palma de Mallorca: Hvønn mikudag frá 31. mai til 16. august 2017.
Kreta:Annan hvønn mánadag frá 26. juni til 07. august 2017.
Lissabon:03. juli, 17. juli, 31. juli, 14 august, 24. august og 04. september 2017. |
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald