Tíðindaskriv
Atkvøður frá fleiri valstøðum eiga at verða taldar saman
???Tað týdningarmesta í hesum málinum er, at fólk sleppa at velja loyniliga, men tað kann eisini vera ein fyrimunur, at fólk í mest møguligan mun sleppa at velja har sum tey búgva.??? Tað sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sum nú hevur fingið svar frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi fyrispurninginum um smærru valstøðini.
???Eg eri nøgdur við, at landsstýriskvinnan sigur, at hon ætlar at taka málið um smáu valstøðini upp beint eftir ólavsøku, men eg hevði ynskt, at hon ikki var so avvísandi fyri møguleikanum at telja atkvøður frá fleiri valstøðum saman,??? sigur Helgi Abrahamsen. ???Tað má bera til at taka ein atkvøðukassa við sær til grannabygdina og so telja atkvøðurnar frá fleiri bygdum á sama staði. Á tann hátt høvdu øll kunna valt í heimbygdini, og kortini hevði valið verið loyniligt,??? sigur hann.
Stendur tað til landsstýriskvinnuna, fer einki valstað at hava færri enn 100 veljarar longu á komandi løgtingsvali. Í verandi lóg er markið 10.
Spurningur og svar kunnu síggjast her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald