Ítróttur

Atkvøðugreiðsla: Ársins Mál 2016

...

2016-12-27 10:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Árið er um at enda og tíðin er nú búgvin til at kjósa Ársins Mál 2016 í EFFO-deildin. Av teimum tilsamans 412 málunum, ið vórðu skoraði í fremstu deildini í ár, eru tíggju tilnevnd at gerast ársins mál.

Tilsamans 412 mál vórðu skoraði í fremstu deildini hjá monnum í ár, og í fleiri førum var talan um rættuliga góð mál. Og nú er tíðin komin, at Ársins Mál 2016 í EFFO-deildini skal kjósast.

Av teimum 412 málunum, ið vórðu skoraði, eru tíggju tilnevnd til ársins mál. Nú er tað so upp til tey fótbóltsáhugaðu at avgera, hvør skal vinna heiðurin, at hava gjørt besta málið í EFFO-deildini 2016.

Atkvøðurnar kunnu avgreiðast her:Atkvøðugreiðsla / Ársins Mál 2016

Atkvøðugreiðslan verður skipað soleiðis, at atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá Serfrøðingunum, Jákupi ??sá, Leivi Frederiksen og Trónda Arge telja 50 prosent.

Atkvøðugreiðslan endar fríggjadagin 30. desember, og væntandi kunnu vit kunngera vinnarin á ársins síðsta degi, leygardagin 31. desember

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder