Ítróttur

Atgongumerkjasølan gongur væl

...

2016-07-23 14:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sølan av atgongumerkjum til steypafinaluna millum KÍ og Víking gongur væl. Fyrrapartin fríggjadagin vóru næstan 2.000 atgongumerkir seld.

Klokkan 18:00 leygardagin 27. august verður Tórsvøllur karmur um finaluna um Løgmanssteypið, sum í ár verður ímillum KÍ og Víking.

Á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya ber til at keypa atgongumerki til finaluna, og síðani sølan lat upp fyri lítlari viku síðani eru næstan 2.000 atgongumerkir seld.

Fríggjadagin á middegi høvdu umleið 1.300 KÍ-fjepparar ognað sær setur á Tórsvølli til steypafinaluna, meðan Víkinga-fjepparar hava keypt umleið 600 atgongumerkir.

Sølan er skipað soleiðis, at eystara langsíðan á Tórsvølli er deild ímillum Víkinga- og KÍ-fjeppararnar. Síðani er ein partur av vestaru langsíðuni settur av til aðrar fótbóltsfjepparar, ið ynskja at síggja ársins steypafinalu.

Atgongumerki kunnu keypast her:FSF Búðin / Steypafinalan 2016

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder