2013-09-23 19:59
Atgongumerkjasølan í samband við landsdystirnar ímóti Kasakstan og Eysturríki, ið verða 11. og 15. oktober, er byrjað á heimasíðuni hjá FSF
Fríggjadagin 11. oktober skal føroyska A-landsliðið við monnum í dyst aftur, tá Kasakstan kemur á vitjan í Føroyum, og fýra dagar seinni, týsdagin 15. oktober verður seinasti dystur í hesari undankapping spældur, tá eysturríkarar koma til Føroyar at spæla.
Atgongumerkjasølan í samband við dystirnar ímóti Kasakstan og Eysturríki er byrjað, og kunnu atgongumerki keypast í FSF Búðini/Webshop á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Kostnaðurin er einans 100 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald