JN

Atgongumerkjasøla í Løðuhandlinum og í gamla Eik

...

2015-05-31 20:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í samband við Country- & Blues festivalin, er Løðuhandilin í Sørvági opin frá mánadegnum 1. juni, har til ber at keypa atgongumerkir, festivaltroyggjur, couboyhattar og annað, ið hoyrir festivalinum til.

Skipað verður fyri teknikapping fyri børnini og okkurt tónleikainnslagið verður eisini hesar dagarnar.

Eisini verða armbondini útflýggja til tey, ið longu nú hava keypt atgongumerki.

Løðuhandilin er opin hesar tíðir:

Mánadagin 1. juni kl. 16.00 til 20.00

Týsdagin 2. juni kl. 16.00 til 20.00

Mikudagin 3. juni kl. 15.00 til 20.00

Hósdagin 4. juni kl. 13.00 til 20.00

Fríggjadagin 5. juni kl. 12:00 til 22.00

Afturat hesum verður opið í gamla Eik banka hesar tíðir:

Fríggjadagin 5. juni kl. 14.00 til 01.30

Leygardagin 6. juni kl. 14.00 til 02.30

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder