Politikkur

Átak fyri integratión í Vágum

...

2016-10-27 18:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Reyði Krossur Føroya, Vága kommuna og Sørvágs kommuna, eru farin inn í eitt konstruktivt samstarv, við at fáa sambinding í Vágum.

Sambinding er eitt ókeypis integratiónsátak, har tilflytarar og ???innføddir??? føroyingar hugna sær saman við kaffi, te og køkum og harvið koma at kennast og læra hvør av øðrum.

Her er høvi at hitta nýggj fólk og hoyra spennandi søgur. Her fáa tey, sum eru flutt til, møguleika at greiða frá sær og sínari mentan og siðum, meðan tey, sum eru fødd og uppvaksin her, sleppa at greiða frá tí føroyska samfelagnum og mentan og siðum her í landinum.

Endamálið er at gera okkum øll meira tilvita um hvønn annan og at hjálpa til við at gera dagligdagin hjá teimum, sum eru flutt til oynna, lættari og meira innihaldsríkan.
Eisini er hetta ein góður møguleiki til at knýta vinarbond.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder