2016-08-05 07:14
Ferðamannaskipið Astor kom á Havnina klokkan 06:30 í morgun, skipið er komi her til frá Íslandi. Tá ið Astor fer av Havnini seinni í dag, verður kósin sett móti Bremen í Týsklandi.
Ferðamannaskipið Astor var tikið í siglind í 1987, og kostaði tað 65 mió $ at byggja. Skipið er bygd í Kiel í Týsklandi.
Skipið er 176 metrar langt og 23 metrar breitt. Astor tekur 650 ferðafólk, og manningin telur 300.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald