Ítróttur

Ási: Vit vildu tað meira enn H71

...

2016-02-05 04:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
KÍF og H71 leiktu tí fyrru hálvfinaluna í Coca-Cola steypakappingini hjá monnum. KÍF vann dystin 23-21. Vit fingu orð á Ása Dam.


Hvussu vilt tú lýsa dystin?
- Ein harður dystur, har vit royna at hanga í teir fyrstu 40. minuttirnar, so veit eg ikki hvat tað er ið ger tað, men eg haldi at vit vilja tað meir, tá ið alt kemur til alt. 

Hví vinna tit dystin?
- Tað er nokk tí at vit gera ikki feilir teir seinastu 15. minuttirnar, vit skora, og teir gera onkrar tekniskar feilir, sum teir verða straffaðir uppá. 

Hvat skulu tit so gera í Hoyvík?
- Vit skulu bara vinna við einum málið.

Skulu tit gera nakað ørðvísi?
- Nei tað skulu vit ikki, vit skulu royna at gera tað sama, og tað er at kempa í 60. minuttir, so gongur tað nokk hjá okkum, segði Ási við jn.fo eftir dystin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder