2016-05-11 10:53

Nú verður vegurin gjøgnum Miðvág fresaður og asfalteraður av nýggjum.
Høvuðsvegurin gjøgnum Miðvág hevur í eina tíð verið í sera ringum standi. Í vetur hava arbeiðsfólk hjá kommununi skift øll brunnalok og ristir eftir vegnum og hetta arbeiði hevur tarnað ferðsluni eitt sindur, eins og nógvu skurðirnir í vegin, hava gjørt hann óslættan at koyra eftir.
Nú verður so sjálvur vegurin asfalteraður og uppmerktur av nýggjum.
Arbeiðið byrjar í dag, 11. maj 2016. Arbeiði at fresa vegin verður mett at taka eina viku og nýtt asfalt og avmerking verður gjørt eftirfylgjandi.
Heitt verður á bilførarar um at koyra varliga, meðan arbeiðið fer fram, skrivar Vága kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald