JN

Asfaltera í Vági komandi vikurnar

...

2017-06-28 14:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá Vágs kommunu, 28. juni 2017


Komandi vikurnar verður farið undir at asfaltera í Vági, talan er bæði um størri og minni vegastrekkir og um parkeringsøkir, sum verða asfalteraði í samstarvi við EM Asfalt.

Størsta einstaka asfalteringin er í vestara parti av Geilin, sum við hesum eisini verður liðugtgjørd. Vit eru ómetaliga glað fyri, at vegurin í vestara parti av Geilini nú verður gjørdur heilt liðugur, sigur Danjal Bjarkhamar, formaður í Teknisku nevnd hjá Vágs kommunu. -Hetta hevur verið eitt arbeiðið, sum hevur verið ígongd seinastu tvey árini, har vegurin m.a. er breiðkaður, nýggjar spillvatnsleiðingar eru lagdar, nýggja vatnleiðing er løgd, garður er stoyptur framvið í ovara borði, og nú verður vegurin so asfalteraður og arbeiðið við at nýgera vegin er tá komið á mál, sigur Danjal Bjarkhamar.

Umframt vegin í Geilini, verður eisini Toftabrekka asfalterað og vestasti parturin av Bøgøtu, vestanfyri Gjógvará. Parkeringsplássið í Páls Høll verður eisini asfalterað, umframt at ábøtir verða gjørdar á høvuðsvegnum.

Asfalteringsarbeiðið fer at tarna ferðsluni í nevndu økjum, meðan arbeiðið fer fram, og heitt verður á fólk um at seta bilar á onnur øki, tá farið verður undir at asfaltera í nevndu økjum.

Vágs kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder