2016-01-26 00:32
Asbjørn Senior, sum hevur partrolað eftir makreli í ES-sjógvi saman við Tórun K, kemur á Tvøroyri tíðliga í nátt við 800 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic
Asbjørn Senior og Tórun K, royndu fyrst vestur úr Hebridinum, men teir seinastu dagarnar hava teir roynt norður úr Hebridinum.
Fleiri føroysk skip hava verið har á leiðini - Tróndur Í Gøtu/Falkur og Næraberg/Safir eisini eru Tummas T. og Lerkur áveg í ES-sjógv at royna eftir makreli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald