2016-09-05 18:52
Danska uppisjóarskipið Asbjørn hava roynt eftir sild í Norðsjónum, og eftir bert 11 tímar á feltinum, hevur skipið sett kós móti Skagen í Danmark. Teir hava 990 tons av sild umborð.
Asbjørn verður í Skagen í annaðkvøld, og byrja at landa í Skagen mikudagin á middegi, verður sagt av Asbjørn.
Manningin á Asbjørn telur 7 mans, har teir flestu eru úr Føroyum, skipari er Hildibjartur Olsen úr Vestmanna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald