Politikkur

Ása Hammershaimb Christiansen á listan hjá Framsókn

...

2015-04-16 21:37 Author image
placeholder

Framsókn skal boða frá, at 28 ára gamla Ása Hammershaimb Christiansen verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður.

Ása, ið hevur eina dóttur, sum skjótt verður 2 ár, lesir Politikk og Umsiting á Fróðskaparsetur Føroya, har hon væntand verður bachelor í summar. Eftir summarsteðgin, er ætlanin at lesa master í løgfrøði á Setinum.

- Tað er neyðugt at fleiri kvinnur tora at bjóða seg fram í politikki. At fáa kvinnur við í politikk, tekur Framsókn í stóran álvara - hetta sæst m.a. aftur á vallistanum ið er kynsjavnbýttur.

- Framsókn rúmar sera væl tað, eg sjálv viriðsmeti. Javnrættindi fyri allir samfelagsbólkar, persónligt frælsi, liberalan vinnupolitikk - við sosialari ábyrgd. Sum lesandi í Føroyum er mítt hjartamál avgjørt at geva Fróðskaparsetur Føroyar betur umstøður, umframt at raðfesta lestraríbúðir høgt, tað hevur alstóran týdning fyri at fáa ungdóm at støðast í Føroyum.

- Framsókn er avgjørt mest framhugsandi flokkurin, ið ynskir at gera Føroyar til eitt nútíðar hóskandi samfelag, tað sigur Framsókn í tíðindaskrivi., har man ynskir eina sosialt betur skattagsbrs eg minnist. Men Framsri kvinnur tora at bj

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder