2015-09-08 14:00
Ferðamannaskipið Artania kom tíðliga í morgun á Havnina. Artania ger ikki ein langan stegð, tí longu klokkan 13 seinnarpartin, skal skipið avstað aftur.
Skipið er 230 metrar langt, og 32 metrar breidd. Artania er bygd 1984, og sigldi undir tí enska flagginum fram til 2005, tá tað flutti heimstað til Bermuda.
Nú skulu bara tvey cruise skip koma afturat til Tórshavnar Havn í ár, tað fyrra av teimum kemur fríggjadagin, og tað seinna kemur 01.10.2015
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald