Ítróttur

Ársveitslan hjá 07 Vestur verður í SÍF-húsinum 26.oktober

...

2013-10-17 15:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Við hugnaligari samveru, felagssangi, røðum, virðislønum, góðum mati og onkrum drekkandi fara vit at takað samanum fótbóltsárið, ið komið er at enda.


Nelson Campos kemur at borðreiða ein góðan døgurðabita sum gestirnir njóta saman við eini øl ella sodavatn. Eisini verður møguleiki at keypa meiri drekkandi, um tørvur er á tí.

Atgongumerki kunnu keypast við at flyta 300 kr á konto í 6460 1687265 í BankNordik. Viðmerkið navnið.

Seinasta freist at keypa atgongumerki er sunnudagin 20.oktober.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder