Kanska kom samgongan eitt sindur skinklandi í gongd. Tað fær illa verið øðrvísi, tá avbjóðingin er so stór, skotbráið so stutt, nógvir samgongulimir so nýggir og andstøðan so heiðin. Men hóast hetta náddu vit í tær seks-sjey vikurnar, vit veruliga høvdu til taks, tí mesta av tí, sum vit ætlaðu í 2015. Hesar krákumánaðirnar settu vit ein fyrsta skjøtil á tað nógva av tí, sum føroyingum hevur tørvað í áravís.
Vit lækkaðu skattin á lágar lønir og meðallønir. Samstundis breiðkaðu vit grundarlagið undir avgjøldum og brúkaragjøldum, so nógv fleiri herðar nú bera byrðurnar. So má onkur annar forklára, hví júst tey, sum fyrr róptu harðast eftir hesum, nú fýlast á tað. Eg hugsi her serliga um Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum nú eftir øllum at døma hevur snarað á og av óransakiligum grundum tykist at halda, at eingin skal gjalda fyri tað almenna ??? hvørki vinnan, skattgjaldararnir ella brúkararnir.)
Vit vrakaðu kladduna hjá undanfarna stýri til fíggjarlóg fyri 2016. Vit vendu soleiðis teirra ætlaðu 150 milliónunum krónum í halli til avlops í inniverandi ári. Semja hevur jú verið um, at onkur mátti gera tað. Vit megnaðu at gera hetta í eini fíggjarlóg, sum hóast levint og spektakkel frá andstøðuni varð samtykt við 25 atkvøðum fyri, ongari ímóti og seks blonkum. Sig so tað. Tíverri gjørdi tað ov stutta skotbráið til veruligar samfelagsbroytingar, at vit løgdu nakað av útreiðsluvøkstri oman á tað, sum undanfarna stýrið longu hevði lagt inn. Hetta gjørdist ein ov stórur vøkstur og eitt, vit mugu gera betri næstu ferð, tá vit hava havt munandi longri tíð.
Tað vóru vist bara tær alt ov varligu royndirnar við eini uppboðssølu av fiskirættindum, vit ikki fingu upp á pláss innan nýggjár, tí at andstøðan valdi at súlta málið. Hesum mugu vit so bara fáa skil á nú.
Vit valdu broytingarmøguleikan
Onkur nevnir í heilum nýggju samgonguna fyri vinstrahalla og spyr eftir, hvat Framsókn ger her. Til tað er í fyrstu syftu at siga, at vit hava gjørt samgonguavtalu við teir flokkarnar í løgtinginum, sum tykjast vera mest hugaðir fyri at gera neyðugar nýskipanir. Í aðru atløgu kunnu vit spyrja, hvat vinstrahalt er í tí at ynskja eitt vinnulív, sum í størri mun er rikið á handilsligum grundarlagi? Ella at lata brúkaragjøld avloysa ein part av lønarskattinum? Ella at liberalisera ein part av pensjónsskipanini?
Tey allarflestu hava ??? alment ella í loyndum ??? verið samd um, at føroyska samfelagið kundi ikki bara halda á á somu kós. Eitt hevur verið tað varandi hallið í almenna rakstrinum og tann støðugt vaksandi almenna skuldin ??? sjálvt í hesum søguliga góðu vinnu- og búskaparárunum.
Eitt annað hevur verið tann átrokandi tørvurin á at skipa nógv samfelagsøki av nýggjum, men tað totala trotið á handling. Í hvussu nógv ár hava okkara stýri tosa um, men ikki gjørt nakað við, at skipa fiskivinnuna av nýggjum? Ella pensjónina? Kommunuskipanina? Skúlaverkið? Alt er druknað í tosi, álitum og ??? naggatódn. Onkur má taka um endan. Og tað má so vera nýggja samgongan.
Eitt triðja er at seta verulig mál fyri, hvat skal eyðkenna okkara framtíðar samfelag. Hvat vilja vit sum tjóð? Hvørjum stíla vit eftir, tá tað ræður um fólkatal og ???samanseting? Ell aum virðisgrundarlag? Mál- og mentanargongd? Vinnubygnað og nýskapan? Stutt sagt: tá tað ræður um tjóðarbygging og eitt tíðarhóskandi samfelag?
Vit mugu semjast um kósina
Hesi málini krevja eins væl og nýskipanirnar, at flokkarnir í løgtinginum stremba eftir at gera politiskar semjur tvørtur um flokspolitisk mørk. Annars eru teimum ikki long lív lagað. Vit kunnu spyrja, um tað harða og mangan náðileysa og óvirðiliga orðaskiftið í løgtinginum beint fyri jól og millum jólanna eru eitt tekin um, at vit ikki kunnu gera hesar semjur? Er tað óneyðuga trýstið, sum andstøðan legði á samgonguna, ein forðing? Vit kunnu eisini hóskandi spyrja, um tað hevur elvt til fótonglar, at samgongan longu í fyrstu fíggjarlóg síni hevur tikið nøkur stig at broyta kós á summum av økjunum?
Svarið eigur í øllum førum at vera, at samgonga og andstøðu mugu royna at rætta kumpass í felag í tann mun, tað ber til. Vit mugu øll smoyggja vápnini burtur av okkum í forkirkjuni og fara undir konstruktivar samráðingar til varandi gagns fyri land og fólk.
Serliga tvær breiðar semjar hava skund. Líka síðani 2007 hava vit bíðað eftir initiativinum at skipa fiskivinnuna av nýggjum. Hetta nervar bæði vinnuna sjálva og restina av samfelagnum. Nú má nýskipingarnevndin fara til verka, so vit kunnu samtykkja eina nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap seinni í ár. Vónandi gerst semjan um hana breið.
Og so er tað pensjónsmálið. Onkur hevur fregnast um, hvussu tað ber til, at ein liberalur flokkur sum Framsókn góðtekur, at Samhaldsfasti fær ein sentralan leiklut í eini framtíðar pensjónsskipan. Vit halda tað vera púra í lagi, at ein partur av pensjónini er samhaldsføst. Tað er einki óliberalt í tí, at vit tryggja øllum ein góðan aldurdóm - eisini teimum, sum ikki høvdu so góðar førleikar til at spara upp til egna pensjón. Hetta hevur eisini verið neyðugt fyri at leggja grund undir eina breiða semju. Okkara kós er nú at styrkja tann partin, sum snýr seg um persónliga uppsparing. Undir øllum umstøðum hevur hetta málið skund, og ein semja má og skal finnast í ár.
Vinnumál ??? nýtt og gott gamalt
Framsókn byggir sum kunnugt á tey trý frælsini ??? tað persónliga, tað vinnuliga og tað tjóðskaparliga. Í eini samgongu millum ymsar flokkar fáa vit ongantíð alt tað, vit vilja hava, men vit meta, at vit kunnu semjast væl við bæði Javnaðarflokkin og Tjóðveldi um nógv av tí, sum hevur týdning fyri okkum.
Í mun til hetta virðisgrundarlagið fegnast vit um tey málsøkini, sum vit hava fingið í Tinganesi. Vit umsita uttanríkismál, vinnumál, norðurlandamál og arktisk mál. Í góðum samstarvi við bæði hinar flokkarnar í samgoguni og andstøðuna miða vit eftir at styrkja føroysku frælsini.
Vinnuliga ræður um at skapa nýtt og nýskapandi virksemi ??? innan list og nýggja vitan eins væl og innan meira siðbundin vinnulig øki. Vit fara at stremba eftir haldførum lívfrøðiligum og øðrum loysnum fyri alivinnuna. Vit fara at eggja útlendskum oljufeløgum at royna eftir kolvetnum undir Føroyum. Vit vænta okkum nógv av teirri talgildingini av samfelagnum, sum vit hava sett út í kortið.
Hóast vit ikki umsita fiskivinnumál, fara vit at stuðla undir varandi karmar fyri høvuðsvinnuna á handilsligum grundarlagi. Tað er eingin loyna, at Framsókn helst vil hava fiskivinnuna reguleraða við tveimum uppboðssølum ??? einari fyri fiskirættindi og einari fyri veiddan fisk. Undir øllum umstøðum hevur tað týdning, at vinnur, sum byggja á ein framíhjárætt til antin náttúruríkidømi ella serlig øki, skulu gjalda eitt rímiligt gjald til felagsskapin fyri hendan rættin.
Føroyar sjálvar heldur enn hálvar
Framtíð okkara verður fyri ein part myndað uttan fyri landoddarnar og í samstarvi okkara við umheimin. Tí hevur tað alt at siga, at vit eru við í teimum týdningarmestu millumtjóða felagsskapunum. Heimshandilsstovnurin WHO og altjóða olympiski stovnurin IOC eru bara tveir av mongum.
Í næstum fari eg á eina rundferð til teir norðurlendsku høvuðsstaðirnar at tosa fyri, at Føroyar fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Hetta er rætta løtan, nú ætlanin er at dagføra Helsingfors-sáttmálan. Í uttanríkisráðnum fara vit at taka upp aftur samráðingarnar við EFTA um limaskap fyri at fáa lut í teimum 27-28 handilsavtalum EFTA longu hevur. Vit fara eisini at virka fyri einum nógv betri handilssambandi og einum samstarvi sum heild við ES uttan at søkja um limaskap. Mangt bendir á, at vit skulu leita okkum nakað ovari í ES-skipanini enn higartil fyri at fáa eitt betri samstarv við Europeiska Samveldið.
Vit fara at endurskoða allar okkara handilssáttmálar og at fáa nýggjar til vega. Í hesum høpi fara vit serliga at endurskoða Hoyvíkssáttmálan við Ísland. Fyri at styrkja bæði hesa tilgongdina og grindirnar inn í onnur vinnulig og mentanarlig millumtjóða samstørv, halda vit á at menna okkara sendistovuvirksemi. Hetta kunnu vit gera gjøgnum bæði verandi og nýggjar føroyskar sendistovur og í samstarvi við danskar sendistovur, har vit ikki hava okkara egnu. Eitt nýtt átak er at senda serkøn ferðalið úr Føroyum út á tær ymsu sendistovurnar at stuðla sendifólkunum og teirra avmarkaðu starvsfólkahópum. ??tflutningsráðið hevur eisini ein týðandi leiklut í hesum.
Vit kanna í løtuni møguleikarnar fyri at stovna eina sendistovu í USA. Eitt er, at amerikanski marknaðurin er stórur og sterkur. Eitt annað er, at í New York hevur ST høvuðsstøð. Vit hava fingið okkum sendistovu í Moskva fyri stuttum. At stovna eina umboðan í USA er við til at skapa eina politiska javnvág og at vísa teimum ans, sum óttast fyri, at vit leita ov nógv eystureftir og ov lítið vestureftir.
Frælsi krevur ábyrgd
Fyri at kunna fáa og njóta frælsini, mugu vit taka samsvarandi ábyrgdir. Fyrst mugu vit taka ábyrgd av okkum sjálvum. Fyri at fáa ein enda á teirri ævigu framhaldssøguni um, hvør eigur rættin til at ráða í Føroyum, fara vit í næstum at samtykkja eina nýggja føroyska stjórnarskipan. Vónandi semjast allir ??? ella í minsta lagi ??? teir flestu føroysku flokkarnir um hana, áðrenn allir føroyingar sleppa at taka støðu til hana á eini fólkaatkvøðu.
Síðani fara vit at taka egna ábyrgd av okkara viðurskiftum við onnur. Vit fara at sleppa okkum av við núgaldandi uttanríkispolitisku heimildarlógina. Í fullkomnum søguloysi og í beinleiðis andsøgn við faktuellu viðurskifti okkara skerjir hendan lógin okkara møguleikar at samráðast við aðrar tjóðir, tengir okkum afturat púra óviðkomandi grønlendskum áhugamálum og reduserar Føroyar til ???kongeriget Danmark for såvidt angår Færøerne???.
Vit arbeiða í løtuni við at taka yvir ræðið á og virksemið í sambandi við loftrúmið í Føroyum. Vit fara í næstum at yvirtaka familju- og arvarættin og útlendingamál. Serliga hetta seinna hevur stóran týdning og skund.
Ein heilt serligur táttur í útlendingamálinum er tann ovurhonds aktuelli spurningurin um flóttafólk. Sum frá er liðið, eru tey flestu okkara vorðin var við, hvussu ómetaliga fløktur og eymur, hesin spurningurin er. Vit fara tí at gera okkum stóran ómak við at fyrireika okkum til hetta málið. Men tað má kortini standa greitt, at vit sum partur av heimssamfelagnum hava eina moralska skyldu til at at hjálpa munandi meira, enn vit gera. Tað kunnu vit í prinsippinum gera við at stuðla fíggjarliga, at taka ímóti flóttafólkum ella við einum einum luti av báðum. Tað stóra sjálvbodna arbeiðið og innsavningar hjá hjálparfelagsskapum vísa eisini, at viljin at hjálpa neyðstøddum úti í heimi er stór millum føroyingar.taka ímóti flóttafólkum. Tað stóra sjálvbodna arbeiðið og innsavningar hjá hjálparfelagsskapum vísa eisini, at viljin at hjálpa neyðstøddum úti í heimi er stór millum føroyingar.
Yvirhøvur at integrera útlendingar, er ein stór og avbjóðandi ábyrgd fyri øll samfeløg. Tað er tí alneyðugt, at vit skipa og tillaga okkara tænastur so skynsamt, sum gjørligt, og eftir føroyskum viðurskiftum. Eg fari í hesum sambandi at loyva mær at koma við einum hjartasuffi: Hvar er vinnan í hesum sambandi? Hóast vit hoyra Føroya Arbeiðsgevarafelag gera nógv burturúr, at tað skal vera lættari hjá føroyskum fyritøkum at fáa útlendska arbeiðsmegi, tykist tað ongan áhuga at vísa spurninginum um, hvussu vit skulu integrera hesa arbeiðsmegina í samfelagið.
Landsstýrið er farið undir at yvirtaka útlendingaøkið. Tá uppskot til yvirtøkuleist av útlendingaøkinum verður lagt fyri løgtingið, fer tað eisini at fevna um, hvussu ein flóttafólkatilbúgving kann skipast í Føroyum.
Avbjóðingarnar gerast so nógv lættari, so títt og knapt tú kennir teg at vera á kósini. Nú kumpass-nálin er um at finna sína legu, veksur gleðin við at kenna ábygdirnar av at loysa tey átrokandi málini.
Eitt spennandi politiskt ár stendur fyri framman. Eitt ár, har vit ??? so mong, sum yvirhøvur tilber - fara at leggja lunnar undir stórar semfelagsligar broytingar í langtíðarsemju hvør við annan.
Við ynski um eitt gott og framsøkið 2016.
Poul Michelsen,
landsstýrismaður og formaður í Framsókn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald