Ítróttur

Ársins stjørnuskot gjørt sáttmála við 07 Vestur

...

2015-10-14 16:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur: Í gjárkvøldið bleiv sáttmálið undirskrivaður ímillum 07 Vestur og ársins stjørnuskot og ársins leikara á 2. liðið, Niels Mouritsen, sum merkir, at Niels er bundin at felagnum komandi kappingarár.

16 ára gamli Niels gjørdi veruliga vart við seg í verjuni á 2. liðið í ár, umframt at hann fekk nakrar minuttir á 1. liðið, men gjørdi har so mikið um seg, at leikararnir sjálvir valdu hann sum ársins stjørnuskot.

Niels Mouritsen er fyrsti leikarin, sum bindur seg til 07 Vestur, eftir at kappingin endaði, fyri hálvu triðju viku síðan. Sum skilst eru aðrar eisini komnir undir land, og vit kunngera teir loypandi.

Vit ynskja 07 Vestur og Niels tillukku, og blíðan byrð og góða eydnu framyvir!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder