Ítróttur

Ársins spælarar skulu heiðrast

...

2014-11-20 21:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Fríggjakvøldið 21. november verður serlig fótbóltssending, har ársins spælarar skulu finnast hjá bæði monnum og kvinnum.

Tíðindaskriv frá Miðlahúsinum/Tróndur Arge

Sum siður er, so fer Miðlahúsið at aftur í ár at skipa fyri, at ársins spælari verður valdur hjá bæði kvinnum og monnum í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Hetta verður gjørt í samstarvi við Fótbóltssambandið. Tað verða venjarar, liðskiparar og ítróttartíðindafólk, sum atkvøða.
Tiltakið verður fríggjadagin 21. november klokkan17.30 í hølunum hjá nýggju matstovuni í FSF-húsinum, No12, har Rás2 fer at hava beinleiðis sending. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum Miðlahúsið hevur skipað fyri. Talan er um ikki færri enn 20 heiðurslønir, sum skulu latast teimum bestu í føroyskum fótbólti.

20 heiðurslønir
Eins og hini árini, so verður talan um 20 heiðurslønir, har tíggju eru til menninar og tíggju til kvinnurnar. Fyrst og fremst, so skulu ársins spælarar finnast. Umframt tað, so verður ársins málverji, ársins verjuspælari, ársins miðvallari, ársins áleypari, ársins ungi spælari, ársins dómari og eisini ársins venjari kosin. Afturat hesum, so skal ársins lið eisini finnast.

Ársins ungi spælari
Í fleiri ár hevur tað verið valt »ársins stjørnuskot«. Hetta bleiv broytt í fjør til »ársins ungi spælari«, sum skal vera ein spælari í U21-aldri. Mangan hevur verið ógreitt, nær ein spælari er eitt stjørnuskot, og onkuntíð hevur sami spælari vunnið heiðurin tvey ár upp í slag.
So fyri at koma fløkjuni til lívs, so verður flokkurin broyttur til ein ávísan aldur, sum ikki ókent frá eitt nú Premier League, har aldurin tó er 23 ár. Her er bara talan um spælarar í Effo-deildini.
Hesin leisturin fekk góða undirtøku frá baklandinum í fótbóltsheiminum, og fyrstu vinnararnir av »ársins ungi spælari« vóru Hørður Askham(B36) og Kára Djurhuus (EB/Streymur/Skála).

Ársins lið broytt uppstilling
Tað er mangan torført at greiða allar fløkjurnar í samband við ársins lið. Í ár eru nakrar tillagingar gjørdar í mun til ársin lið í fjør. Atkvøðurnar, sum verða lætnar til ársins spælarar, eru eisini við til at mynda ársins lið. Tað verða ítróttarskrivararnir hjá Miðlahúsinum sum seta liðið, men hetta verður gjørt við stórum atliti til, hvussu atkvøtt hevur verið um ársins spælarar.
Í fjør varð liðið stillað upp í 4-3-3 uppstilling. Her vístu fleiri fótbóltsáhugað á, at rættari og lættari hevði verið at sett liðið upp í 4-4-2. Hetta gevur millum annað greiðan skilna millum miðvallarar, vengir og áleyparar.

Kunngera atkvøðurnar
Fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni, so tók Miðlahúsið stig til, at allar atkvøðurnar blivu almannakunngjørdar mánadagin eftir tiltakið. Hetta bleiv gjørt fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni. Hetta er púra vanligt, tá FIFA Ballon d???Or verður handað besta spælara í heiminum. Her var afturmeldingin somuleiðis góð frá fótbóltsbaklandinum.
Tó verða atkvøðurnar til ársins dómara ikki kunngjørdar. Hetta er eftir ynski frá spælarum og venjarum, fyri ikki at skapa óneyðugt kjak um dómarar, sum til tíðir kann blíva býttisligt og primitivt. Atkvøðurnar verða kunngjørdar í Sosialinum, sum kemur út mánadagin um eina viku.

Velja 1, 2 og 3
Eins og í fjør, verða stig givin fyri hvørja atkvøðu. Nummar eitt fær 5 stig, nummar tvey fær 3, meðan nummar trý fær 1 stig. Síðani verða stigini tald saman. Venjarar og spælarar kunnu ikki atkvøða fyri teirra egna liði. Í sambandi við venjarar, sum eru kunngjørdir hjá øðrum feløgum, so umboða teir felagið, ið teir vóru venjarar hjá, tá kappingarárið endaði.

Atkvøðast skal til:

Ársins spælari
Ársins ungi spælari (Spælari við U21-aldri)
Ársins málverji
Ársins verjuspælari
Ársins miðvallari (íroknað vengur)
Ársins áleypari
Ársins venjari
Ársins dómari
Ársins lið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder