2017-01-31 16:47
Fyri løtu síðani skrivaði 07 Vestur sáttmála við Søren B. Nielsen, sum í fjør gjørdist bæði ársins leikari og toppskjútti okkara. Vit gleða okkum at síggja meira til Søren og ynskja honum hjartaliga væl afturkomnum!
Sera blíði og fryntligi danin kom til 07 Vestur undan kappingarbyrjan í fjør og skuldi vísa seg at verða satt kupp fyri okkum. Hóast tað tók honum nakað av tíð venja seg við graslíki, skoraði hann beinanvegin nógv mál, og tað endaði við heili 26 málum í bara 20 dystir.
Søren, sum kom til landið í gjár, skrivaði undir sáttmála í dag og verður við í venjingini longu í kvøld.
Enn eina ferð vælkomin aftur og hjartaliga tillukku til bæði felag og leikara, skrivar 07vestur.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald