Ítróttur

Ársins leikari leingir við 07 Vestur

...

2015-11-12 04:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í dag gjørdist greitt, at Holgar Durhuus, ið gjørdist bæði ársins leikari og toppskútti í 2015, heldur fram í 07 Vestur. Vit gleðast sjálvsagt um, at enn ein, ið vit kalla okkara, ynskir at verða við til at lyfta felagið fram á leið.

Holgar, ið fyllti 23 fyri smáum tveimum vikum síðan, er uttan iva ein av lyklaleikarum okkara. Í júst farna kappingarárið spældi hann 27 dystir og skoraði 15 mál. Síðan hann sum 16 ára gamal spældi fyrsta dystin á besta liðið okkara, í 1. umfarið í EFFO-deildini í 2009, hevur Holgar spælt 156 dystir við mansliðunum.

Holgar kemur eisini at verða ein lyklaleikari komandi ár, og tað fegnast vit um. Hjartaliga tillukku við nýggju avtaluni, tað skrivar 07 Vestur á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder