JN

Ársins Fyrstahjálparar 2015

...

2016-02-19 00:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fýra fólk fáa heiðurin "Ársins Fyrstahjálpari 2015" av Reyða Krossi Føroya


Hesi fýra eru Joan Hovgaard, Laila Jacobsen, Eyðstein Poulsen og Tummas Jóhansson Lervig, ið framdu eitt framúr avrik í fyrstuhjálp í fjør.

Saman fáa tey heiðurin at verða kosin Ársins Fyrstahjálparar 2015, tí tey skjótt og væl veittu og skipaðu fyri lívbjargandi kropsligari fyrstuhjálp til Karl Mouritsen, ið bert 14 ára gamal brádliga fekk hjartasteðg undir einum fótbóltsdysti í Klaksvík 15. august í fjør. Eisini fáa tey heiðurin fyri at hava veitt og skipað fyri sálarligari fyrstuhjálp til leikarar og onnur bæði úr KÍ og 07 Vestur.

Sambært foreldrunum hjá Karl segði hjartalæknin á Ríkissjúkrahúsinum um fyrstuhjálpina, ið Karl beinanvegin fekk á staðnum, at ???onkur eigur at fáa gullmedalju???!

Fyri teirra framúr avrik í fyrstuhjálp, bæði kropsligari og sálarligari fyrstuhjálp, og góða samstarv fáa Joan Hovgaard, Laila Jacobsen, Eyðstein Poulsen og Tummas Jóhansson Lervig heiðursbræv frá Reyða Krossi og ein kekk frá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Átjan fólk eru tilnevnd til heiðurin at verða kosin Ársins Fyrstahjálpari 2015.
Hesi hava øll gjørt sera góða avrik innan fyrstuhjálp. ??ll tilnevndu fáa eitt heiðursblað frá Reyða Krossi og ein gávuposa frá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Endamálið hjá Reyða Krossi við at tilnevna Ársins Fyrstahjálpara er tvýbýtt. Tað eina er at heiðra tey ímillum okkum, sum hava útint holla og lívbjargandi fyrstuhjálp. Hitt endamálið er at varpa ljós á, hvussu umráðandi tað er at duga fyrstuhjálp.
Hetta er fjúrtanda ferðin at Ársins Fyrstahjálpari verður kosin av Reyða Krossi.

?? myndini vænta Eyðstein Poulsen og Laila Jacobsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder